UM MEG

Skriva mær eini boð

 
 
 
 

Eg eiti Jenny og eri útbúgvin coach hjá Sofia Manning. Eg gleðist yvir, at kunna bjóða individuella coaching til tín, ið ynskir menning ella broyting í lívinum. Tað er ikki altíð líka lætt at finna svar og loysnir uppá tær avbjóðingar ið vit møta, men við góðum spurningunum kann eg stuðla tær.
Harafturat er møguleiki at koma á retreat ella til workshop, sum eg oftast bjóði saman við Jónu í Sveis. Tá eg vitji í Føroyum, seti eg eisini fegin eina workshop á skrá.


"hvør eri eg?"

Hendan spurningin setti eg mær fyri nøkrum árum síðani, har tað kendist sum eg var horvin í teimum mongu leiklutunum eg hevði í mínum lívi. Eg var dóttir, systur, mamma, mostur, kona, vinkona, starvsfelagi og mangt annað, men hvør var eg, tá eg bara var Jenny? Eg hugsi at mong munnu kenna seg aftur í einari líknandi støðu.


Eg var so heppin at kenna Jónu, sum bjóðaði at coacha meg og tað bleiv ein framúrskarandi uppliving. Útyvir at finna meg sjálva aftur, so kendi eg meg fulla av inspiratión og orku, og harafturat hevði eg fingið amboð við mær heim, til at hjálpa mær við ikki at "villast" burtur í leiklutum aftur. Hetta bleiv byrjanin til eina spennandi ferð. Ein ferð sum eg enn eri á, nú sum coach, tí eg havi eitt ynski um at hjálpa øðrum, ið standa í eini líknandi støðu og kenna tørv á at finna seg sjálvan aftur, ella hava eitt mál, ið onkursvegna ikki er so lætt at náa ella...


Við coaching eru so nógvir møguleikar at finna inn til, hvussu vit kunnu liva eitt so gevandi lív, sum til ber.


Eg eri uppvaksin í Føroyum og kenni meg heima í Føroyum, hóast eg havi búð uttanlanda helvtina av mínum lívi. Seinastu 18 árini havi eg búð í Sveis, har eg havi arbeitt innan ymiskar vinnur og havi eg tilognað mær coach útbúgvingina. Harafturat havi eg lært fleiri mál, og tí kann eg eisini bjóða coaching á donskum, enskum ella týskum.


Saman við Jónu havi eg nú skapað "Gev pláss til" har vit fara at bjóða ymiskt innan coaching og mál okkara er, at eisini tú kanst geva pláss til tað tú ynskir at hava í tínum lívi. Vit bjóða báðar coaching online, retreat og workshop.


Eg gleði meg at stuðla tær á tínari ferð.


Vinarliga

Jenny