Hetta er eitt retreat sum vil nakað!
Vit halda til hjá Jónu í hennara hugnaliga B&B - Friðurin, tað inspererandi umhvørvið og tað autentiska lívið í Ryfflihaus geva okkum rammurnar og tað besta grundarlagið fyri at finna friðin og hyggja inneftir. Set fokus á teg sjálvan og tað tú veruliga ynskir at fáa burturúr lívinum. Slepp øllum leiklutum hesar dagarnar, sløkk telefonina og gev tær sjálvum møguleika til at finna aftur til tína innaru motivatión.
Um tú bíleggur okkara viku retreat í Ryfflihaus fært tú:
- 5 dagar við bólka coaching við Jónu og Jenny
- mat og drekkivørur
- 7 yvirnáttingar í dupultkamari
- kreativar løtur
Prísur: 7500 kr.
Max. 12 persónar
*Í frítíðini hevur tú møguleika til at byrja við teimum góðu vanunum. Hav tað við, ið tú ynskir at geva pláss til í tínum lívi: renni-/vandriskógvar, svimjiklæðir, yogamáttu, yrkingarsavnið, stokkar og tógv, skrivijournal, máliútgerð, gittarin, tí spansktskrivaðu bókina o.s.fr.
Sig okkum frá nær tað liggur best fyri hjá tær/tykkum, so leggja vit vikuna til rættis fyri tykkum.
Ryfflihaus liggur á leið ein hálvan tíma frá tí sveisiska høviðsstaðnum Bern. Ryfflihaus er umgyrt av grønum umhvørvi, ein sonn náttúruperla.
Vit halda til í sjarmerandi Ból & Bita hjá Jónu.
Hesa vikuna fært tú m.a. møguleika til at:
- finna fram til tína lívsvisión og tað tú veruliga brennur fyri
- finna fram til hvørji virðir, ið stýra tínum avgerðum og hvørji virðir tú ynskir, at geva pláss til í lívinum framyvir
- skilja hvat forðar tær at liva lívið tú droymir um og hvussu tú kanst vinna á hesum forðingum
- fáa greiðu á hvørjar broytingar tú hevur tørv á og amboð til at føra hesar broytingar inn í gerandisdagin
Vit leggja eina einstaka skrá til tykkara, har vit fara at brúka tíð uppá coaching hvønn dag, men har eisini verður høvi til at seta aktivitetir á skrá, sum hóska til tykkara bólk.
Tú meldar teg til her ella við at senda mær ein mail á mail@jlcoaching.ch
Síðani móttekur tú eina váttan frá okkum við nærri upplýsinum.
Pláss er fyri 12 luttakarum. (Har er bæði møguleiki fyri einkultkamari og at deila kamar við onkran annan)
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til mín á +41 76 489 86 26.
Eitt retreat sum hetta er væl egna bæði fyri ein vinarbólk, ein bindiklubba ella hvussu tit nú kennast. Tað ber eisini væl til at verða bara tú, send okkum ein teldupost og vit avtala nærri hvat er besta loysnin fyri teg.