Í Víkarbyrgi er møguleiki fyri at koma heilt niður í gear og njóta friðarliga umhvørvið. Vit koma at halda til í einum hugnaligum summarhúsið, har fokus verður sett á teg sjálvan og tað tú ynskir at geva pláss til í tínum lívi. Slepp øllum leiklutum henda dagin, sløkk telefonina og gev tær sjálvum møguleika til at finna aftur til tína innaru motivatión. Hvat er tað TÚ ynskir at geva pláss til?
Um tú bíleggur 1-dags coaching workshop í Víkarbyrgi fært tú:
- bólka coaching við Jenny
- kreativt innlegg
- mat og drekkivørur
Vit koma tó, at brúka mest tíð uppá coaching.
Prísur: 1100 kr.
- Væntandi aftur í apríl og juli 2026
Víkarbyrgi liggur í Suðuroynni millum Lopra og Sumba, har koyrt verður gamla vegin upp um Hestin.
Vit halda til í einum stórum hugnaligum summarhúsi.
Henda dagin fært tú m.a. møguleika til at:
- finna fram til tína lívsvisión og tað tú veruliga brennur fyri
- skilja hvat forðar tær at liva lívið tú droymir um og hvussu tú kann vinna á hesum forðingum
- fáa greiðu á hvørjar broytingar tú hevur tørv á og amboð til at føra hesar broytingar inn í gerandisdagin
Hvør workshop er frá kl. 9 - 18
Vit fara at arbeiða við visualisering og skrivimeditatión, har hvør fær arbeitt fyri seg og kann finna inn til sína innaru passión. Vit fáa sett okkum mál og fáa amboð til at gera hesi mál til veruleika.
*vit byrja við morgunmati kl. 9 og ein lættur døgurði verður á middegi og annars eru snacks og drekkivørur at fáa gjøgnum dagin
Tú meldar teg til her ella við at senda mær ein teldupost á mail@jlcoaching.ch
Síðani móttekur tú eina váttan frá mær við nærri upplýsinum.
Pláss er fyri 8 luttakarum.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til mín á +41 76 489 86 26.
Freistin at tilmelda seg er 3. juli 2024