Eitt vikuskifti har tú og tíni virðir eru í fokus!
Vit halda til hjá Jónu í hennara hugnaliga B&B - Friðurin, tað inspererandi umhvørvið og tað autentiska lívið í Ryfflihaus geva okkum rammurnar og tað besta grundarlagið fyri at finna friðin og hyggja inneftir. Set fokus á teg sjálvan og tað tú veruliga ynskir at fáa burturúr lívinum. Slepp øllum leiklutum hesar dagarnar, sløkk telefonina og gev tær sjálvum møguleika til at finna aftur til tína innaru motivatión.
Um tú bíleggur okkara vikuskiftis retreat í Ryfflihaus fært tú:
- 2 dagar við bólka coaching við Jónu og Jenny
- mat og drekkivørur
- 2 yvirnáttingar í dupultkamari
- kreativar løtur
Prísur: 4400 kr.
Max. 12 persónar
Um tú hevur ynski um eitthvørt vikuskiftið, ert tú vælkomin at kontakta meg um tað.
Ryfflihaus liggur á leið ein hálvan tíma frá tí sveisiska høviðsstaðnum Bern. Ryfflihaus er umgyrt av grønum umhvørvi, ein sonn náttúruperla.
Vit halda til í sjarmerandi Ból & Bita hjá Jónu.
Hetta vikuskiftið fært tú m.a. møguleika til at:
- finna fram til tína lívsvisión og tað tú veruliga brennur fyri
- skilja hvat forðar tær at liva lívið tú droymir um og hvussu tú kanst vinna á hesum forðingum
- fáa greiðu á hvørjar broytingar tú hevur tørv á og amboð til at føra hesar broytingar inn í gerandisdagin
Fríggjadagur 16 - 20*
Leygardagur 9 - 20*
Sunnudagin 9 - 15
*eftir kl 20 er tíð til tín sjálvs ella hugna saman við hinum luttakarum
Tú meldar teg til her ella við at senda mær ein mail á mail@jlcoaching.ch
Síðani móttekur tú eina váttan frá okkum við nærri upplýsinum.
Pláss er fyri 12 luttakarum. (Har er bæði møguleiki fyri einkultkamari og at deila kamar við onkran annan)
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til mín á +41 76 489 86 26.